FMA 2017

Føroysku tónlistavirðislønirnar vórðu handaðar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 11. mars 17 FMA virðislønir vórðu handaðar í Norðurlandahúsinum, tá árligu tónlistavirðislønirnar skuldu handast. Lena Anderssen og útgáva hennara Eagle in the Skye vóru heilt stóri vinnarin við heili fýra virðislønum. Ársins húsi, sum Ann Mari Egholm hevur gjørt, ársins útgáva, ársins songkvinna og so vann Niklas Johannesen, maður Lenu, ársins framleiðara virðislønina. Her eru vinnararnir: Marjun Syderbø Kjælnes, ársins tekstur fyri Verð mín Heiðrik á Heygum, ársins mannligi sangari Eivør Pálsdóttir, ársins sangari/einleikari og ársins útgáva í opna flokkinum fyri At the Heart of a Selkie Konni Kass, ársin nýggja navn og ársins loftbrúgv Danny & The Veetos, ársins sangur fyri Alright og ársins bólkur í popp/rokkbólkinum Sunleif Rasmussen, ársins kompositión fyri Symphone no. 2 - The Earth Anew Orka, ársins bólkur ella kór í opna flokkinum GUT Productions, ársins videolag, Einaferð var tað eg Hans Andrias, Áhoyrara